Uttanlands

Danska drotningin og krúnprinsparið til Onglands at fylgja

Elizabeth drotning fer til gravar mánadagin

Margretha drotning á vitjan í Fuglafirði í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margretha drotning á vitjan í Fuglafirði í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-13 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður helst ein av størstu jarðarferðum í nýggjari tíð tá Elizabeth drotning mánadagin fer til gravar í kirkjuni Westmenister Abbey í London.

Millum tey sum fara at fylgja, vera Margretha drotning og krúnprinsparið, upplýsir danska kongshúsið.

Hátíðarhald var um vikuskiftið í sambandi við, at Margretha drotning hevur sitið á donsku trónuni í 50 ár. Men tá deyðsboðini úr Bretlandi bórust, varð ymiskt í sambandi við hátíðarhaldið tónað niður, og bæði leygardag og sunnudag varð byrjað við tøgn í ein minutt.

Les eisini: Drotning í 50 ár: Teitur Lassen og Julie Bærthelsen framførdu fyri drotningini

Kistan við Elizabeth drotning verður í dag flutt úr Skotlandi til London. Charles kongur og Camilla kongshústrú taka ímóti á Buckingham Palace.

Jarðarferðin verður mánadagin.

Les eisini: Long bíðirøð at heilsa drotningini fyri seinastu ferð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder