Uttanlands

Danska heilsustýrið: Ikki neyðugt við serligum leiðreglum fyri koronu

Nú er ikki longur neyðugt at avbyrgja seg, um ein fær staðfest smittuna, og í flestu førum er heldur ikki neyðugt at kanna seg, um ein gerst sjúkur, sigur danska heilsustýrið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-08 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska heilsustýrið hevur nú broytt leiðreglurnar fyri handfaring av koronu.

Nú er ikki longur neyðugt at avbyrgja seg, um mann hevur fingið staðfest koronu, og heldur ikki er tað neyðugt at verða kannaður fyri koronu, um mann hevur tørv á bráðfeingis innlegging.

Orsøkin er, sigur Heilsustýrið í tíðindaskrivi í dag, at tað ikki longur verður mett neyðugt við serligum leiðreglum fyri handfaring av koronu í mun til aðrar sjúkur.

Talið á persónum, ið hava verið innlagdir við koronu, hevur verið støðugt í heyst, og væntast ein minni øking í talinum komandi tíðina. Og nú er so stórur partur av fólkinum, sum annaðhvørt er vorðin koppsettur ella hevur havt smittuna, skrivar Heilsustýrið.

Heilsustýrið mælir bert til, at ein letur seg kanna fyri koronu, um mann hevur sjúkueyðkenni, er í vandabólki, ella um kanningin er viðkomandi í mun til viðgerð.

Tað kann eitt nú vera, um ein persónur í vandabólki hevur fyrimun av skjótari viðgerð. Sum dømi nevnir Heilsustýrið m.a. eldri fólk, barnakonur, og fólk við kroniskari sjúku.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder