Nógv umstríddi aktivisturin, Paul Watson, hevur í fleiri ár ligið eftir føroyingum og føroyskari mentan viðvíkjandi grindadrápið. Tað er valla nakar aktivistur um okkara leiðir, ið hevur havt slíkt lið av løgreglufólki og løgfrøðingum eftir sær, sum hann.
Seinasta sunnudag varð hann handtikin av løgregluni í Grønlandi, orsakað av altjóða varðhaldsboðum úr Japan. Tí er tað ikki óhugsandi, at japanskir myndugleikar ynskja at fáa hann útflýggjaðan hagar.
Sambært Ritzau, so sigur danska løgmálaráðið, at ráðið sær onga orsøk til nokta eini slíkari umbøn frammanundan. Tað manglar tó ein formlig umbøn frá japansku myndugleikunum, men sambært donskum miðlum, so er ein slík umbøn ikki langt burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald