2019-01-02 17:26
Danska ferðsluløgreglan hevur hvat úr at gera í dag eftir tokvanlukkuna á Stórabeltsbrúnni, har eitt ferðafólkatok rendi á góðs, sum var dottið av einum mótkoyrandi góðstoki.
Ein stór uppgáva hjá løgregluni hevur verið at hildið skil á ferðsluni um brúnna. TV2 skrivar, at fyrr í dag mátti brúgvin steingjast umaftur, tí at langar bíðirøðir vóru, tí at bilar koyrdu so seint, og nú skrivar miðilin, at løgreglan á Fjóni hevur givið 40 bøtir til bilførarar, sum hava tikið myndir av vanlukkuni.
Løgreglan biðir fólk um at halda ferðslulógina og um at virða tey, sum eru rakt av vanlukkuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald