Í dag letur danska sendistovan í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv uppaftur.
Orsøkin til hetta er, at Danmark ynskir at vísa stuðul og fyri at kunna hjálpa mest møguligt við at byggja landið uppaftur, sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, sum í dag er farin til Ukraina í hesum sambandi.
– Kyiv er eitt heilt annað stað nú enn í byrjanini av krígnum. Tað merkir eisini, at vit kunnu vera ein beinleiðis stuðul og hava beinleiðis samstarv við at at hava okkara sendistovu og sendifólk í hjartanum av ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, sigur Jeppe Kofod.
Í byrjanini av krígnum uppgav Russland at taka høvuðsstaðin, og síðan russiski herurin tók seg aftur úr Kyiv hevur verið friðarligt í býnum. Tó var eitt rakettálop framt mitt í býnum hósdagin, meðan António Guterres, ST-aðalskrivari vitjaði.
Sambært Ritzau er Danmark fyrsta norðurlendska landið, sum letur sína sendistovu í Kyiv uppaftur. Fleiri onnur evropeisk lond hava tó eisini gjørt tað sama, og USA hevur eisini boðað frá, at teirra sendistova í Ukraina verður latin uppaftur.
Jeppe Kofod undirstrikar, at hóast sendistovan letur uppaftur, er talan framvegis ikki um eina vanliga støðu, og verður framvegis frámælt fólki at ferðast til Ukraina.
– Vit stongdu sendistovuna fyribils av trygdarávum, og vit meta leypandi um trygdina. Tað fara vit eisini at gera í mun til okkara sendifólk, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald