Uttanlands

Danska stjórnin brúkar 143 milliardir uppá verjuna næstu tíggju árini

Stjórnin hevur í morgun lagt uppskot um nýggja verjuavtalu fram

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-30 09:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Troels Lund Poulsen, virkandi danskur verjumálaráðharri, legði í morgun uppskot til nýggja verjuavtalu fram.

Lagt verður upp til at verjan næstu tíggju árini fær 143 milliardir. Í ár verða 6,7 milliardir krónur settar av, og í 2032 er upphæddin komin upp á 19,2 milliardir.

- Vit standa á einum søuligum verju og trygdarpolitiskum vegamóti. Tað er kríggj í Evropa, og vit kunnu ikki longur tak frið fyri givið. Hetta er eitt søguligt lyft, fyri at vit skulu standa sterkari í álvarsomu, nýggju hóttanarstøðuni, sum vit hyggja inn í nú og í framtíðini, segði virkandi verjumálaráðharrin.

- Tí er tað eisini eitt framsøkið uppskot sum stjórnin leggur fram í dag, segði Troels Lund Poulsen um ætlanina at brúka 143 milliardir krónur næstu tíggju árini.

Av teimum 143 milliardunum skulu 105 milliardir brúkast til nýggjar verju og trygdarpolitiskar raðfestingar, skrivar dr.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder