Uttanlands

Danska uttanríkismálaráðið frámælir allar ferðir til Stórabretlands

Innferðarforboðið fyri ferðafólk úr Stórabretlandi er longt fram til 17. januar

2021-01-04 08:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag frámælir danska uttanríkismálaráðið allar ferðir til Stórabretlands.

Orsøkin er nýggja úrbregðið av koronavirus, sum varð funnið í Stórabretlandi í vetur, og sum nú hevur spreitt seg til fleiri onnur lond, m.a. Danmark.

Samstundis verður innferðaforboðið fyri ferðandi úr Stórabretlandi, sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap ella bústað í Danmark, longt fram til 17. januar.

Tó verður krav, at øll ferðandi, sum koma til Danmarkar úr Stórabretlandi, skulu vísa á negativa koronakanning fyri at sleppa inn í landið. Kanningin má ikki vera eldri enn 24 tímar.

Í ferðavegleiðingini hjá uttanríkismálaráðnum, sum varð dagførd í nátt, verður tó eisini fræmælt donskum ríkisborgarum í Stórabretlandi at ferðast til Danmarkar fram til 17. januar. Men um mann kortini velur at gera tað, eru ávís tilmæli galdandi um kanning og sóttarhald.

Mælt verður m.a. til, at ferðandi úr Stórabretlandi lata seg kanna á flogvøllinum, og at tey ikki nýta almennar flutningsmøguleikar, tá tey skulu heim av flogvøllinum. Eisini verður mælt til at fara beinleiðis í sóttarhald í tíggju dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder