Danska uttanríkismálaráðið hevur í gjárkvøldið dagført leiðbeiningarnar í sambandi við uttanlandsferðum.
Í Føroyum fylgja vit eisini leiðbeiningunum frá donsku myndugleikunum, sum nú heita á fólk um at vísa varsemi, óansæð hvørji lond tey fara til orsakað av coronavirusinum.
Mann skal tó vera serliga varin, um mann ferðast til lond sum Iran, Kina og partar av Italia. Í løtuni verður mælt frá at ferðast til hesi støð, um tað ikki er neyðugt.
Á kortinum, sum sæst á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum, eru tey flestu londini nú markerað við gulum liti í staðin fyri grønt. Hetta merkir, at mann skal vera serliga varin, tá mann ferðast til hesi støð.
Mynd: Udenrigsministeriet
Sambært DR ger ráðið tó greitt, at tey ikki mæla fólki frá at ferðast yvirhøvur, ella at ein og hvør, ið hevur verið í einum landi, sum er markerað við gulum, skal halda seg heima við hús í 14 dagar eftir heimferð.
Tó verður heitt á fólk um at halda seg frá ávísum londum og økjum. Mælt verður frá óneyðugum ferðum til Norðuritalia, Iran, Kina og partar av Suðurkorea. Ráðið heitir á øll um at halda seg burtur frá kinesiska Hubei-landspartinum, har coronavirusið hevur sín uppruna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald