Uttanlands

Danske Bank sendir stjóra til hús

Jesper Nielsen hevur sitið sum fyribils settur forstjóri hesa seinastu tíðina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-06-24 08:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nevndin fyri Danske Bank hevur ein av stjórum sínum, Jesper Nielsen, til hús. Jesper Nielsen varð settur sum fyribils forstjóri, tá Thomas Borgen, legði frá sær í fjør.

Í eini fráboðan til keypsskálarnar sigur nevndarformaðurin fyri Danske Bank, Karsten Dybvad, at Jesper Nielsen er ein av stjórunum, sum hevur ábyrgdina av, at hædd ikki er tikin fyri kundum bankans í einummáli um sølu av eini íløgutilboði kallað Flexinvest Fri.

- Jesper Nielsen hevur gjørt ein góðan innsats fyri bankan, seinast sum settur forstjóri. Men í hesum málinum var hann ein av teimum, sum eigur evstu ábyrgd, sigur nevndarformaðurin.

Danske Bank upplýsir, at bankin nú fer at rinda 87.000 kundum endurgjald, tí teir eru kravdir eftir ov høgum gjaldi fyri íløgurnar við Flexinvest Fri. Kundarnir fara eisini at fáa tað, sum teir kundu havt fingið, við at sett íløgur sínar aðrastaðir.

Kundarnir fáa eitt endurgoldið millum 1.000 og 2.000 krónur einaferð áðrenn hetta árið er runnið. Tilsamans kemur endurgjaldið at kosta bankanum 400 milliónir krónur, skrivar dr.dk.

Jesper Nielsen varð í oktober mánaði í fjør settur sum fyribils stjóri í Danske Bank. Hetta var beint eftir hvíttingartøluna, sum kostaði táverandi stjóranum, Thomas Borgen, starvið.

1. juni varð niðurlendski Chris Vogelzang settur sum nýggjur forstjóri í bankanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder