Eftir áheitan frá estiska fíggjareftirlitinum hevur Danske Bank nú endaliga stongt sína deild í estiska høvuðsstaðnum Tallin.
Deildin var miðdepil í gøluni um hvítvask, sum varð avdúkað í fjør.
Estiska fíggjareftirlitið heitti í februar á bankan um at steingja estisku deildina innan átta mánaðar, og tað hevur bankin játtað at gjørt, og hevur estiska deildin ikki verið virkin síðani.
- Danske Bank hevur steðgað alt bankavirksemi í Estlandi í samsvar við avtalu við estiska fíggjareftirlitið. Í hesum sambandi hava allir partar lagt dent á at tryggja áhugamálini hjá kundunum, sigur Frederik Bjørn, stjóri í Danske Bank sambært Politiken.
Samstundis sum alt bankavirksemi í Estlandi verður niðurlagt, hevur Danske Bank flutt virksemið úr estisku deildini, og komandi dagarnar verða øll búmerki og skelti hjá Danske Bank í Tallin burturbeind.
Deildin í Estlandi sigst at hava hvítvaskað fyri 1500 mia. krónur millum 2007 og 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald