Uttanlands

Danski fregnartænastustjórin fongslaður

Í dag kom fram, at Lars Findsen, stjóri fyri hernaðarligu donsku fregnartænastuna, hevur sitið fongslaður fyri at hava latið trúnaðarupplýsingar

Eldri mynd av Lars Findsen. Her á veg til ein Nato-fund (Savnsmynd: EPA)

Eldri mynd av Lars Findsen. Her á veg til ein Nato-fund (Savnsmynd: EPA)

2022-01-10 11:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ovastin í donsku hernaðarligu fregnartænastuni, FE, Lars Findsen, er fongslaður í einum máli um leka av trúnaðarupplýsingum.

Hetta kom fram á einum rættarfundi í býarrættinum í Keypmannahavn í morgun. Her avgjørdi rætturin at sleppa navnaforboðnum í málinum. Tað vóru verjarnir hjá Findsen sjálvum, sum heittu á rættin um at sleppa kravinum um ikki at geva skuldsetta mannin til kennar, skrivar Ritzau.

Lars Findsen er 54 ára gamal, og er ein av fýra núverandi og fyrrverandi starvsfólkum hjá PET, Politiets Efterretningstjeneste, og FE, Forsvarets Efterretningstjeneste, sum 8. desember í fjør vórðu handtiknir og skuldsettir fyri at hava likið trúnaðarupplýsingar.

Tríggir av teimum hava verið stillaðir fyri dómara í loyniligari grundlógaravhoyring, har hvørki miðlar ella onnur høvdu atgongd.

Tað er enn óvist fyri almenningunum júst hvørjar skuldsetingarnar eru. Men danskir miðlar hava í seinastuni skrivað um arbeiðið hjá fregnartænastuni.

Ekstra Bladet hevur avdúkað hóttanarmetingar hjá FE um donsk børn í sýriskum flóttafólkalegum. Eisini Berlingske hevur havt søgur um ein agent hjá PET og FE, sum varð svikin, tá hann fekk ein dóm í Spania.

Harumframt hevur DR avdúkað samstarv við amerikansku fregnartænastuna NSA um avlurting av samskiftiskaðalum.

Weekendavisen hevur eisini skrivað, at samstarvið við NSA varð fingið í lag í 1990’unum, at avtalan liggur innilæst í einum pengaskápi hjá FE og at fleiri verjumálaráðharrar eru kunnaðir um hesa avtaluna.

Rættarfundurin í dag snýr seg um, hvørt Lars Findsen framhaldandi skal vera varðhaldsfongslaður í málinum.

Lars Findsen varð loysur úr tænastuni sum ovasti í FE í september 2020 eftir at ein frágreiðing kom um virksemið hjá fregnartænastuni.

Ein nevnd, ið varð sett at kanna málið í desember, hevur tó síðan heilt fríkent Findsen og onnur leiðandi fregnartænastufólk í hesum máli, sokallaða TET-málinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder