
Í nátt, tá demokratisku valevnini kjakaðust í Manchester í amerikanska statinum New Hampshire, varð "danski kongurin" nevndur.
Tað var Amy Klobuchar, senator, sum vísti á, at USA er vorðin meira avbyrgt frá restina av heiminum undir Donald Trump, og at hann altíð gevur øðrum skyldina, tá okkurt endar galið.
– Vit hava ein forseta, sum, beint sum tað er sagt, gevur øllum heiminum skyldina. Og hetta hava vit ikki tosað nóg nógv um. Hann gevur Barack Obama skyldina fyri alt, sum ikki gongst sum ætlað (...) Hann gevur danska konginum skyldina – hvør ger slíkt? spurdi Amy Klobuchar.
Frá vinstru: Joe Biden, Bernie Sanders og Amy Klobuchar (Mynd: EPA)
Sum kunnugt, hevur Danmark í løtuni ongan kong men eina drotning, og tað hava nógv eisini gjørt vart við á sosiala miðlinum Twitter, har amerikanski miðilin ABC NEWS hevur lagt eitt videobrot út.
Sen. Amy Klobuchar: "We have a president that literally blames everyone...He blames the King of Denmark. Who does that? He blames the prime minister of Canada for, he claims, cutting him out of the Canadian version of 'Home Alone 2.' Who does that?!" https://t.co/93QauZSK6e pic.twitter.com/7Z7E3cYGgi
— ABC News Politics (@ABCPolitics) February 8, 2020
TV2 skrivar, at Amy Klobuchar helst sipar til Danmarksvitjanina hjá Trump, sum eftir ætlan skuldi vera í september í fjør, men sum bleiv av ongum.
Amerikanski forsetin avlýsti vitjanina, sum Margretha drotning skuldi havt verið vertur fyri, eftir at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, segði, at hon ongan áhuga hevði í at tosa um eitt møguligt keyp av Grønlandi, og var hetta uppskotið púra skilaleyst.
Útsøgnin hjá Mette Frederiksen fall ikki í góða jørð hjá Trump.
– Eg haldi, at útsøgnin hjá danska forsætisráðharranum um, at tað var skilaleyst er vemmilig, segði Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald