
Rasmus Stoklund, skattamálaráðharri í Danmark, kom í dag til Føroya á vitjan.
Seinnapartin hittust hann og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á fundi í Tinganesi. Har fekk danski skattamálaráðharrin kunning um føroyska búskapin, vinnulívið og tørvin á nýskipanum at tryggja fíggjarpolitiska haldførið.
Millum evnini á fundinum var eisini tollsamstarv í ríkisfelagsskapinum. Eisini umrøddu partarnir luttøkuna hjá Føroyum í Global Forum og BEPS, ið eru altjóða samstørv undir OECD, sum m.a. arbeiða við at basa skattaundandrátti og skattaskjólum.
Fyrrapartin í morgin vitjar Rasmus Stoklund í Løgtinginum, og síðani hittir hann Michael Boolsen, fúta. Harumframt verður vitjað hjá tolleftirlitinum í Vága Floghavn.
Skattamálaráðharrin fer aftur til Danmarkar seinnapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald