Uttanlands

Danski staturin vil ikki geva grønlendsku børnunum endurgjald

Í november kravdu seks grønlendingar, sum í 1951 vórðu tikin frá familjum sínum í Grønlandi og send til Danmarkar, endurgjald frá danska statinum, men staturin vísir kravinum aftur, og tí fara teir nú í rættin við málinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-27 09:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski staturin ætlar ikki at gjalda endurgjald til seks grønlendingar, sum í 1951 vórðu tikin frá familjum sínum sum børn og send til Danmarkar at búgva.

Tað upplýsir Mads Pramming, sakførari, fyri DR.

Teir seks grønlendingarnar sendu í november eitt krav til forsætismálaráðið um at fáa 250.000 krónur í endurgjald í part, og nú ætla teir at fara í rættin við málinum.

– Tá tey vísa kravinum aftur og biðja okkum fara til dómstólarnar, er tað tað sama sum at siga, at mann ikki skyldar nøkrum nakað, og tað er nakað, sum skal loysast umvegis dómstólin, sigur hann.

22 grønlendsk børn vórðu send til Danmarkar í 1951, men í dag eru bert seks av teimum á lívi, og eru tey øll í 70unum, skrivar Ritzau.

Grønlendingarnir vóru tá millum fýra og níggju ára gamlir, og vórðu teir tiknir frá familjum sínum og send til Danmarkar fyri at læra danskt og verða uppald sum donsk børn, og síðani vórðu teir sendir aftur til Grønlands, har teir fingu forboð ímóti at tosa teirra móðurmál.

Endamálið var at skapa eina "danskttalandi elitu" sum skuldi vera til gagns fyri menningina av Grønlandi. Royndin fekk stórar avleiðingar fyri børnini, og helvtin av teimum gjørdust misbrúkarar og fingu sálarligar trupulleikar. Nógv teirra fingu eitt stutt lív, og tað vóru fá, sum fingu sær útbúgving.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen bað í fjør tey 22 børnini um umbering vegna danska statin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder