
Seinnapartin í dag kemur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen til Føroya.
Í kvøld verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen. Eisini hitta limirnir í Uttanlandsnevndini ráðharrarnar. Høvi verður hjá fjølmiðlum at seta spurningar eftir fundin í Tinganesi í kvøld klokkan 18.
Í morgin eru virkisvitjanir á skrá ,og um kvøldið eru ráðharrarnir bodnir til upplatingarkonsert við Tjarnir, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald