
Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, kemur í dag, hósdagin 7. oktober, til Føroya.
Heimasíðan hjá Uttanríkismálaráðanum skrivar, at seinnapartin hava Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum og Jeppe Kofod fund í Tinganesi.
- Á skrá fyri fundin er m.a. viðurskiftini millum Føroyar og ES, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.
Fríggjamorgunin kl. 9 hava teir báðir tíðindafund í Salinum í Tinganesi, áðrenn danski uttanríkisráðharrin hittur Løgtingsins Uttanlandsnevnd, vitjar hjá Bakkafrosti á Glyvrum og síðani fer av landinum aftur.
Jeppe Kofod hevur tvær ferðir áður vitjað í Føroyum sum uttanríkisráðharri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald