Uttanlands

Danskir býráðspolitikarar vilja hava kynsóheft ferðsluljós

Politikararnir vilja hava eitt alternativ til standandi og gangandi mannin ella kvinnuna

2019-03-05 12:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í fleiri donskum kommunum halda politikarar, at tíðin er farin frá at hava ein mann á reyða og grøna ljósinum, tá ein skal ganga yvir um vegin.

Tað er Kristeligt Dagblad sum veit at siga, at politikarar í eitt nú Alternative og De Radikale í Keypmannahavn og úr Eindarlistanum í Århus, vilja hava kynsóheft ferðsluljós.

Tankin er at ferðsluljósini skulu virða kynssamleikan hjá øðrum heldur enn at tað antin er ein maður ella kvinna, sum gevur boð um nær ein skal ganga ella standa.

Í London, Manchester, Munchen og Køln eru kynsóheft ferðsluljós.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder