Uttanlands

Danskir eftirskúlanæmingar fangaðir í Ísrael

Skúlastjórin ynskir næmingarnar heim til Danmarkar skjótast gjørligt, men eingin flogfør flúgva úr Ísrael í løtuni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-08 13:30 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

32 næmingar frá eftirskúlanum, Djursland, eru í løtuni fangaðir í býnum Jerusalem. Skúlastjórin ynskir at fáa næmingarnar heim til Danmarkar skjótast tilber.

Hetta skrivar heimasíðan tv2.dk í dag. 

Eftirskúlanæmingarnir eru farnir til Ísraels á námsferð. Teir komu til Jerusalem hósdagin, og eftir bert ein dag í Jerusalem heitir skúlastjórin á næmingarnar, um at koma heim aftur til Danmarkar. 

Tað er ikki ráðiligt at vera í Ísrael, orsakað kríggið, sum í løtuni ger um seg. Tískil ynskir skúlastjórin at fáa næmingarnar heim til Danmarkar sum skjótast. 

Grundað á kríggið er flogferðslan rundan um Ísrael sera avmarkað. Torført er at koma til og frá landinum, hóast flogvøllurin í høvuðsstaðnum, Tel aviv, enn er opin.

Sum støðan er nú, er ringt at meta um, nær næmingarnir sleppa heim aftur. Í løtuni halda næmingarnir til á einum hotelli í Jerusalem, har teir eru í tryggum hondum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder