Uttanlands

Danskir matvøruhandlar selt 50 mió. færri sigarettir seinasta árið

Tað gjørdi mun at fjala tubakksvørurnar í Netto, Føtex og Bilka

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-02 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í eitt ár hava matvøruhandlarnir Netto, Føtex og Bilka fjalt tubakksvørurnar, sum standa aftanfyri kassan, so viðskiftafólkini ikki sóu tær, og tað hevur givið úrslit.

Sigarettsølan hjá hesum handlunum er nevniliga minkað við 50 mió.

- Hetta er prógv um, at vit tóku ta røttu avgerðina, tá vit gjørdu av at fjala tubakksvørurnar í fjør, sigur Annette Juhler Kjær, varastjóri í Salling Group, sum eigur allar tær nevndu handilsketurnar, við Jyllands-Posten.

Áðrenn seldu handlarnir uml. 500 mió. sigarettir um árið.

Danska stjórnin leggur upp til at, tað skal verða krav, at tubakksvørurnar skulu fjalast í matvøruhandlum og kioskum í Danmark, og eisini verður tosað um at hækka prísin á sigarettpakkum við tíggju krónum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder