Innanlands

Danskir miðlar um tiltak hjá føroyskum heilsustarvsfólkum: 21 smittað hóast trý prik

Føroyskir granskarar og heilsustarvsfólk hava kunngjørt grein á heilsuvísindaligum portali

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-28 12:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danskir miðlar skriva í dag um støðuna hjá føroyska sjúkrahúsverkinum fyrst í desember, tá fleiri heilsustarvsfólk blivu positiv við koronu.

Tað er greinin á heilsuvísindaportalinum Medrxiv um omikron í Føroyum, sum verður brúkt sum kelda. Greinin varð kunngjørd tollaksmessudag.

Fyrstu varnu niðurstøðurnar hjá føroyskum granskarum og heilsustarvsfólkum er:

- Omikron smittar sera skjótt og illa, og kann eisini raka tey, sum eru koppsett 3 ferðir. Hinvegin, so gerast tey flestu ikki serliga sjúk av hesum variantinum.

Høvundarnir eru Gunnhild Helmsdal, Olga Kristina Hansen, Lars Fodgaard Møller, Debes H Christiansen, Maria Skaalum Petersen og Marnar Fríðheim Kristiansen.

Tey hava greinað allar staðfestu tilburðirnar í einum bólki av starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum, sum hittust til privat tiltak tíðliga í desember. 21 av 33 luttakarum vórðu smittað. Hetta hóast tey øll høvdu fingið tríggjar koppsetingar og høvdu eina negativa koronukanning, sum var minni enn 36 tímar gomul.

Sjúkueyðkennini eru lýst og samanborin við vitan um undanfarnu variantarnar. Øll høvdu sjúkueyðkenni, eingin var asymptomatiskur. Úrslitini benda á, at færri missa smakk og luktisans enn áður. Yvirhøvur sær sjúkugongdin hjá teimum sum eru koppsett út til at vera mildari enn áður.

Heitið á greinini er: “Omicron outbreak at a private gathering in the Faroe Islands, infecting 21 of 33 triple-vaccinated healthcare workers.” Hon er fyribils almannakunngjørd sum preprint, tí hon er enn ikki javnlíkamett. Metingin av greinini er í gongd, skrivar gransking.fo.

Øll greinin kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder