Innanlands

Danskir miðlar undrast: Løgmaður nevndi ikki drotningina í nýggjársrøðuni

Orsøkin er, at nýggjársrøða løgmans varð tikin upp 29. desember, og tá visti løgmaður einki um stóru tíðindini sum drotningin fór at bera fram

Margreta drotning og Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Margreta drotning og Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-01-03 06:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danskir miðlar gera eitt sindur burturúr, at løgmaður Aksel V. Johannesen og grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede, í sínari nýggjarsrøðuni ikki nevndu at Margreta drotning legði frá sær.

Røðan hjá Margretu drotning varð hildin klokkan 17 føroyska tíð, og tveir tímar seinni var túrurin komin til Aksel V. Johnanesen løgmann. Tí vóru helst nøkur sum undraðust um, at løgmaður einki nevndi um hennara hátign.

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen broytti sína nýggjársrøðu, sum hon helt nýggjársdag, og tað mesta av røðuni snúði seg um drotningina, sum gevur trónuna víðari 14. januar.

Men hjá Akseli V. Johannesen er tað ein góð orsøk til, at Margreta drotning ikki varð nevnd í røðuni. Nýggjársrøðan varð nevniliga tikin upp 29. desember, og tá visti løgmaður einki um, at 83 ára gamla drotningin fór at koma við so stórum tíðindum, sigur Løgmansskrivstovan við Ekstrablaðið.

Hann fekk tó boðini nakrar tímar áðrenn nýggjársrøðuna hjá drotningini nýggjársaftan.

Løgmansskrivstovan var kortini skjót við einari heilsan til drotningina nýggjársaftan.

- Eg trúgvi, at eg tosi fyri flest allar føroyingar, tá eg sigi, at vit eru errin av at hava havt Hennara Hátign Margretu Drotning, sum drotning, stóð millum annað í heilsanini til Margretu drotning.

Les eisini: Tøkk til H.H. Margretu Drotning

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder