Uttanlands

Danskir stovnar hildu tað vera ólavsøka í gjár

Aftur fløkja í almennu fráboðini nær danskir stovnar skulu flagga við Merkinum

Keypmannahavnar universitet í gjár - sum á ólavsøku

Keypmannahavnar universitet í gjár - sum á ólavsøku

2020-06-30 11:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Pínligt og respektleyst”. Soleiðis skrivar Sjúrður Skaale í einum tíðindaskrivi hann hevur sent út í dag. Orsøkin er, at fleiri danskir stovnar flaggaðu við Merkinum í gjár. Tey hildu tað vera ólavsøka.

- Hetta er triðja ferðin eftir fimm árum, at almenna Danmark antin fer skeivt av hvussu Merkið sær út, ella nær tað er ólavsøka. Pínligt og respektleyst sigur Sjúrður Skaale, sum hevur sett stjórnini fýra spurningar um málið.

Á várið í 2016 avgjørdi danska stjórnin, at almennir bygningar skuldu vinda Merkið á stong 29. juli. Endamálið var at sýna Føroyum virðing, men longu fyrstu ferð, at fløggini skuldu upp, vórðu litirnir ikki teir røttu á flagginum.

Í 2018 var litsamansetingin røtt, men Merkið varð vundið á stong á fleiri almennum bygningum á skeivum degi – 29. juni.

- Hóast hesi pínligu mistøkini hava fingið nógva umrøðu hvørjaferð, varð Merkið aftur í gjár vundið á stong á skeivum degi, sigur Sjúrður Skaale.

Skrivstovan hjá Sjúrði Skaale upplýsir í dag, at tey eru vitandi um, at tað í gjár varð flaggað við Merkinum á Keypmannahavnar Universiteti og á bygninginum hjá frímúrarunum. Tey hava verið í sambandi við universitetið, sum svaraðu, at tey hildu, at tað var føroyskur tjóðardagur í gjár, men kundu ikki siga hvaðani boðini um at flagga við Merkinum vóru komin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder