Innanlands

Danskt farmaskip sendi út neyðarkall

MRCC fekk boðini í morgun. Brestir, sum er nærmasta skipið, er sent til hjálpar. Eisini bjargingartirlan hjá Atlantsflog er á staðnum

(Mynd: FleetMoon)

(Mynd: FleetMoon)

2022-03-01 09:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stutt fyri klokkan sjey í morgun fekk MRCC eitt neyðarkall frá danska skipinum Klevstrand, sum var statt einar 100 fjórðingar norður vestur úr Mykinesi.

MRCC skrivar í fráboðan, at veðrið var vánaligt, og skipið hevði fingið sjógv í maskinrúmið. Umvegis Niðurlond og Írland vóru fyrstu boðini frá skipinum, at manningin mátti av skipinum, sum skjótast.

Men seinni kom meira tamarhald á støðuna, og sum støðan er í løtuni, er ikki ætlanin at manningin skal av skipinum. Nærmasta skipið hjá neyðstadda skipinum er føroyski trolarin Brestir. Hann verður frammi hvørja løtu.

Føroyska bjargingartyrlan er eisini á staðnum um tað skuldi verið tørvur á henni. Brimil er ávegis vestur eftir, men tað gongur ikki so skjótt í ringa veðrinum.

Danska sjóverjutyrlan er klár at fara avstað, um tørvur skuldi verið á tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder