Hjá Jehova Vitnum í Danmark eru tey í dag skakað yvir, at danin Dennis Christensen í dag varð dømdur seks ára fongsul í Russlandi fyri at vera limur í einum átrúnaðarligum bólki.
- Hetta er órættvíst. Johova Vitni eru menniskju, sum liva í friði við onnur. Vit taka ikki til vápna. Vit royna ikki at skaða onnur, og Dennis er eitt skilagott menniskja, sum vil hjálpa øðrum. At døma hann sekan fyri at vera víðgongdur er skammiligt.
Soleiðis sigur vinur hansara, Erik Jørgensen við Danmarks Radio. Erik Jørgensen er løgfrøðiligur blaðstjóri á blaðnum hjá Jehova Vitnum í Danmark, Vagttårnet.
46 ára gamli danin hevur sitið fongslaður síðan hann í mai mánaði í 2017 varð fongslaður undir bíbliulestri í russiska býnum Orjol. Hetta hendi í einum serligari atsókn móti Jehova Vitnum, sum, sambært russiskari lóggávu, er ein ólóglig rørsla vegna víðgongdan hugburð.
Ákæruvaldið hevði kravt 6,5 ára fongsul, so dómurin, sum danin fekk, var nærum tann strangasti yvirhøvur.
Av tí, at Dannis Christensen hevur sitið varðhaldsfongslaður í Russlandi í yvir 600 dagar, so eru vinir hansara í Danmark ikki bilsnir av, at hann varð funnin sekur. Men seks ár er meira enn teir høvdu roknað við.
Amnesty International hevur í dag boðað frá, at felagsskapurin nú hevur Dannis Christensen á listanum yvir samvitskufangar, sum sambært felagsskapinum hava fingið órættvísan dóm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald