Í vikuni kemur danska kórið Jysk Akademisk Kor til Føroya. Kórið fer úr Aarhus at hava tríggjar kirkjukonsertir um vikuskiftið.
Tann fyrsta verður í Viðareiðis kirkju fríggjakvøldið, síðani leygarkvøldið í Fríðrikskirkjuni á Toftum og at enda sunnukvøldið í Hoyvíkar kirkju.
Allar konsertirnar byrja klokkan 19.30.
Nielsen, Vagn Holmboe, H.J.Højgaard, J.Waagstein, Kári Bæk og Sunnleif
Rasmussen.
Seinastu tíðina hevur kórið ment seg saman við kórleiðaranum Nils Benedikt Meier, sum kom úr Leipzig til Aarhus at taka eina Master-útbúgving í kórleiðslu í 2025.
Sum kór dámar JAK eisini væl at syngja saman við øðrum kórum. Tey hava millum annað framført vinakonsertir saman við Konzertchor Leipzig bæði í Leipzig og Aarhus. Nú gleða tey seg til at møta Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, sum tey fara at syngja okkurt stykki saman við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald