Innanlands

Danskur fornfrøðingur staðið endaligu kavararoyndina í Føroyum

Mads Bloch Kristiansen hevur ætlanir um at arbeiða innan fornfrøði á sjónum, tá hann er liðugur at lesa, og tí kom hann til Føroya at uppstiga sína kavaraútbúgving

2024-02-12 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin stóð danin Mads Bloch Kristiansen endaligu royndina í sambandi við útbúgving innan slangukaving.

Mads lesur fornfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur ætlanir um at arbeiða innan fornfrøði í sjónum, tá hann er liðugur at lesa. Hetta er orsøkin til, at hann er komin til Føroya, at uppstiga sína kavaraútbúgving, skrivar Faroe Dive í tíðindaskrivi.

Danskir mynduleikar hava í hesum døgum stóran áhuga í fornlutum, ið eru at finna útfyri donsku strendurnar. Serliga hava ætlanirnar um bygging av fleiri ovurstórum vindmyllulundum á sjónum skundað undir áhugan og tørvin á skikkaðum donskum fornfrøðingum, ið hava hóskandi útbúgving og førleikar at arbeiða í sjónum.

– Ein sera víðfevnd fornfrøðilig verkætlan fer av bakkastokki útfyri Aarhus seinni í ár. Talan er um eina verkætlan, ið hevur fingið játtað nærum 100 milliónir krónur og kemur helst at taka nøkur ár at avgreiða. Fornfrøðingurin Peter Moe Astrup frá Moesgaard Museum skal standa á odda fyri hesari verkætlan. Peter Moe Astrup hevur, eins og Mads, uppstigað kavaraútbúgving sína í Føroyum, skrivar Faroe Dive.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder