Uttanlands

Danskur prestur dømdur fyri dráp

Drap konu sína og ætlaði at beina fyri henni við sýru

(Mynd: Nordsjællands Politi)

(Mynd: Nordsjællands Politi)

2021-08-04 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

45 ára gamli dansk sóknarpresturin, Thomas Gotthard, varð í gjár dømdur 15 ára fongsul fyri at drepa konu sínu og at royna at beina fyri líkinum við sýru.

Hann hevur givið rættinum sína frágreiðina á einum afturlatnum rættarfundi, og í gjár varð henda frágreiðingin lisin upp í rættinum í Hillerød.

Thomas Gotthard greiddi frá, at hann kipti konu sína áðrenn hann beindi fyri líkinum.

Sambært manninum var hjúnalagið oyðilagt, og konan stríddist við sálarligum trupulleikum. Gotthard hevur greitt frá, at hann vildi “geva henni frið”.

Drápið hendi í oktober í fjør. Presturin greiddi frá, at hann hevði lagt drápið til rættis í eina viku, og hevði eitt nú skaffað sær saltsýru fyri at loysa líkið upp.

Men tað eydnaðist ikki heilt. Tí gróv hann restirnar í Sundbylille í Danmark, skrivar Eksatra Bladet.

Ætlanin var upprunaliga, at tað skuldi síggja út sum at konan var deyð fyri egnari hond.

Men seinni hevur presturin viðgingið alt, og greitt frá hvussu illgerðin fór fram. Talan var tí um eitt sokallað ájáttanarmál, og revsingin gjørdist 15 ára fongsul.

Tey áttu tvey børn saman. Gotthard var eisini frádømdur rættin til at arva konuna, og varð hartil dømdur fyri at rinda endurgjald til børnini.

- Eg eri sekur í einum stórum sorgarleiki. Hvønn einasta dag ynski eg, at hetta ikki var hent, skal hann hava sagt í rættinum.

Tað var 27. oktober í fjør, at løgreglan í Norðursælandi sendi út eina eftirlýsing av kvinnuni, sum segðist vera horvin úr heimi sínum í Frederikssund. Tríggjar vikur seinni varð maður hennara skuldsettur og fonglslaður fyri dráp. Meðan kanningin av málinum fór fram, gjørdist tað alt meira týðuligt fyri løgregluna, at tað var maður hennara, sum hevði gjørt av við hana.

19. apríl varð ákæra reist móti sóknarprestinum, men ikki fyrr enn 11. juni kundu fleiri danskir miðlar skriva, at Thomas Gotthard hevði viðgingið seg sekan í at hava beint fyri konu síni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder