Uttanlands

Danskur professari: Nógv hava fingið eina skeiva mynd av farsóttini

Nógv eru stúrin, men sannlíkindini fyri, at fólk undir 80 ár doyggja av covid-19 eru lítil, sigur Morten Petersen, professari í lívfrøði á universitetinum í Keypmannahavn

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-11-28 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Har eru ov nógv, sum eru stúrin og hava eina skeiva mynd av farsóttini. Tað heldur Morten Petersen, professari í lívfrøði við universitetið í Keypmannahavn.

Hann vísir til viðurkenda náttúruvísindablaðið Nature, sum hevur mett, at sannlíkindini fyri at doyggja av covid-19 eru sera lítil, um ein er undir 50 ára aldri, og hetta broytist ikki, fyrr enn tú ert fyltur 80, sigur hann við B.T.

Sostatt minna hesi líkindi um tey hjá vanligum beinkrími ella influensu.

Morten Petersen vísir eisini á, at frísk fólk undir 80 ár, sambært Statens Serum Institut, ikki vera mett at vera í vandabólki.

Tey flestu, sum eru deyð við covid-19 í Danmark, hava eisini verið eldri fólk – meginparturin millum 80 og 89 ár. Bert ein persónur undir 50 ár er millum tey deyðu.

Talan er sostatt mest um eldri fólk, sum eru í serligum vanda fyri, ikki bert covid-19, men eisini vanligum beinkrími og lungnabruna, sigur Morten Petersen.

Higartil hevur Danmark skrásett 823 andlát í sambandi við covid-19, og Morten Petersen ásannar eisini, at nógv fleiri høvdu latið lív, um Danmark ikki hevði sett tiltøk í verk.

Har finnast ávís tíðarskeið, har beinkrím hevur dripið nógv fólk, men við covid-19 gongur tað skjótari, tí fólkið ikki er mótstøðuført. Tó skal mann hava í huga, at beinkrím kemur aftur og aftur, sigur hann.

Av teimum, sum fáa beinkrím, doyggja millum 0,025 og 0,05 prosent, og talið er umleið 20-40 ferðir hægri millum covid-19 sjúklingar. Orsøkin til, at deyðstíttleikin millum covid-19 sjúklingar er hægri er, sum áður nevnt, at talan er um eitt nýtt virus, sum eingin er mótstøðuførur yvirfyri, sigur Morten Petersen.

– Yvir longri tíð meti eg beinkrím vera meira deyðiligt, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder