Uttanlands

Danskur ríkisborgari innlagdur: Illgruni um coronavirus

Fleiri evropeiskir ríkisborgarar vórðu fluttir heim úr Kina í gjár, harav 11 danskir ríkisborgarar. Ein er innlagdur í Brúsell í løtuni

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-02-03 08:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein danskur ríkisborgari er vorðin innlagdur á sjúkrahúsi í Belgia, eftir at illgruni var um, at viðkomandi hevur fingið coronavirus.

Sambært TV2, hevur viðkomandi víst sjúkueyðkenni, og verður viðkomandi í løtuni kannaður fyri at vita, um talan veruliga er um coronavirus.

Persónurin er ein av 250 evropearum, sum vórðu fluttir úr Kina í gjár. Av teimum vóru 11 danskir ríkisborgarar.

10 teirra lendu í Roskilde í nátt, eftir at tað varð staðfest, at eingin teirra høvdu víst nøkur sjúkueyðkenni. Kotini eru tveir teirra avbyrgdir í heimi sínum. Mett verður, at stórur vandi er fyri, at ter hava verið útsettir fyri coronasmittuni, og tí skulu teir vera heima í 14 dagar.

Undir heimferðini um vikuskiftið vórðu fólkini støðugt kannaði fyri smittueyðkenni, og var hetta ein treyt fyri at sleppa víðari.

Tilsamans 250 evropearar lendu í Suðurfraklandi í gjárkvøldið. 20 teirra vórðu afturhildnir á flogvøllinum, eftir at tey høvdu víst sjúkueyðkenni. Restin av teimum vórðu síðani flogin víðari til Brússel, har danski ríkisborgarin varð innlagdur.

Higartil fæst eingin heilivágur fyri coronavirusið, sum hevur fingið almenna heitið 2019-nCoV.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder