Ein av mest ikonisku donsku rokkbólkunum frá sjeyti og áttatiárunum kemur nú saman aftur fyri at spæla konsertir.
Talan er um bólkin Malurt, sum hevði ein føroyskan lim, bassspælaran Dia Nielsen av Glyvrum.
Dia Nielsen verður eisini við, tá Malurt fara at spæla (minst) átta konsertir í mars mánaði næsta ár. Lýst verður við konsertum í Keypmannahavn, Aalborg, Odense, Vejle, Ringsted, Aarhus, Holstebro og Esbjerg, og atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin.
Tað er forsangarin í bólkinum, Michael Falch, sum boðar frá, at Malurt kemur saman aftur við manningini, sum spældi við frá 1982. Limirnir eru Michael Falch, Peter Mors, Christian Arendt, Dia Nielsen og Pete Repete.
Les eisini: Dia Nielsen - Fjalda føroyska rokkstjørnan
Malurt vóru aktivir frá 1976 til 1984. Komu so saman aftur í nítiárunum og aftur eitt skifti í 2005 í sambandi við 25 ára dagin fyri fyrstu plátuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald