Danskur tónleikur er nú aftur at hoyra á filmsstroymingartænastuni YouTube, sum Google eigur.
Hetta er greitt eftir at ein semja er funnin millum YouTube og felagsskapin Polaris, sum tekur sær av rættindunum hjá tónleikarum. Hesum boða partarnir frá í einum tíðindaskrivi.
Ongin danskur tónleikur hevur ligið á YouTube síðan 1. august, tá avtalan gekk út.
Nýggja avtalan er galdandi bæði fyri YouTube, sum er lýsingafíggjað og fyri YouTube Premium, sum er ein haldaratænasta.
Og hon umfatar øll sløg av tónleiki, so sum vanlig sjónbandaløg, tøkuløg og sjónvarpsinnihald við tónleiki í, upplýsir YouTube í tíðindaskrivinum.
- Tað hevur verið eitt langt og tógvið stríð at koma so langt. Eg fegnist um, at vit eru komin higar, so limirnir hjá Polaris aftur kunnu fáa gagn av teirra kreativa arbeiði á YouTube, og at brúkararnir aftur kunnu fáa danskan tónleik í oyruni, sigur stjórin fyri Google í Danmark, Christine Sørensen, sambært Ritzau.
Stríðið hevur í høvuðsheitum snúð seg um samsýningina, sum donsk tónlistafólk fáa fyri tónleikin, ið verður spældur av á YouTube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald