Mentan

Darwin og klukkurnar í Tjóðsavninum

Leygardagin 16. mars klokkan 14 bjóða Tjóðsavnið og Bókadeild Føroya Lærarafelags familjur á eina øðrvísi savnsvitjan

2019-03-12 19:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tjóðsavnið og Bókadeild Føroya Lærarafelags bjóða á eina øðrvísi savnsvitjan við skaldskapi og náttúruvísindum. Tiltakið er familjutiltak og bæði fyri børn, sum lesa sjálv og tey, ið lurta. Á skránni eru framløgur, rundvísing og klukkuveiða.

Nýggja, tillagaða barnaútgávan av "Um upprunan til sløgini" eftir Charles Darwin verður løgd fram. Sabina Radeva endursegði og myndprýddi, og Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard hava týtt bókina til føroyskt. Magnus Gaard, lívfrøðingur, greiðir frá bókini.

Tórarinn á Rípuni, savnslærari á Tjóðsavninum, sigur frá djórasløgum í Føroyum, sum broytast, tillagast ella eru útdeyð.

Sagt verður frá Klukkurøðini og “Klukkusavnarahandbókini” eftir M. G. Leonard, sum Jenny Johannesen hevur týtt úr enskum. Silja Aldudóttir, ritstjóri á Bókadeildini, greiðir frá.

Jón Aldará, lívfrøðingur, sigur frá klukkum í Føroyum og klukkuinnsavningini hjá Tjóðsavninum.

Børnini sleppa eisini at royna seg sum klukkuserfrøðingar á klukkuveiðu.

“Um upprunan til sløgini” endursigur høvuðstáttir í ástøðinum, sum hetta høvuðsverkið hjá Charles Darwin legði fram í 1859. Bókin vendir sær til ein barnalesara og brúkar í stóran mun myndir til at greiða frá ástøðinum. Sabina Radeva miðlar í hesi bókini eitt trupult evni á ein einfaldan og forvitnisligan hátt.

Høvundurin sigur í viðmerking í bókini:

- Í hesi bók kunnu børnini læra styrkina í at eygleiða og finna út av, hvussu forvitni um náttúruna kann hava ótrúligar uppdagingar við sær.

Klukkurøðin snýr seg sum drongin Darkus, sum finnur nakrar ótrúligar klukkur, sum eru klókari enn vanligar klukkur og kunnu samskifta við fólk. Hann og vinir hansara verða drigin inn í eitt vandamikið stríð, tí klukkurnar eru í vanda. Eitt av vísindafólkunum, sum var við til at seta klukkurnar í verðina, hevur nevnliga eina ónda ætlan. Fyrstu tvær bøkurnar í røðini, “Klukkudrongurin” og “Klukkudrotningin”, eru komnar út á føroyskum og triðja og síðsta bókin kemur út í november. Við røðini fylgir ein sjáldsom handbók, “Klukkusavnarahandbókin”, sum er á tremur við myndum og fakta um alskyns klukkur, og hon er skrivað á ein stuttligan og forvitnisligan hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder