2020-08-10 15:05
Alt bendir á, at ein ferðamaður, sum um vikuskiftið varð eftirlýstur í Grønlandi, er dottin í eina sprungu í innlandsísinum og deyður.
Tað var seint seinnapartin leygardagin, at løgreglan fekk fráboðan um mannin, ið varð horvin í einum øki í ein landnyðring úr Ilulissat.
Leitað var eftir manninum, men uttan úrslit fram til sunnukvøldið.
- Vit hava funnið tekin um, at viðkomandi helst er dottin í eina sprungu í innlandsísinum. Talan er um eina vanlukku, og alt bendir á, at maðurin er deyður, sigur eitt talsfólk fyri løgregluna í Ilulissat fyri Sermitsiaq.
Talan er um ein útlending, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald