Eitt arbeiðsóhapp hendi stutt fyri døgurða týsdagin. Hetta var í høvuðsstaðarøkinum.
Ein persónur var farin upp í ein stiga og var umleið fýra metrar frá asfaltinum, tá viðkomandi av einari ella aðrari orsøk datt.
Sjúkrabilur kom á staðið og fekk persónin á Landssjúkrahúsið til viðgerð og kanningar.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan ikki endaliga hevur fingið upplýst, júst hvørjar skaðar talan var um.
Sum vanligt er í slíkum førum, so varð Arbeiðseftirlitið boðsent. Stovnurin skal gera sínar kanningar í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald