2021-03-25 16:34

Tað var beint eftir klokkan eitt í gjár, klokkan 13.13, sambært Vørn, at ein maður datt og fekk skaða í beinið í fjøllunum á Vágoynni.
Persónurin var staddur omanfyri Klíningsgjógv - tað er ímillum Slættanes og Oyragjógv.
Heimasíðan jn.fo skrivar, at boð vórðu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi. Tyrlan fekk mannin á Landssjúkrahúsið, og tað vísti seg, at hann hevði brotið beinið.
Frá tí at fráboðanin kom, til persónurin kom á sjúkrahúsið, gingu tað 52 minuttir, sambært upplýsingunum hjá Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald