2022-10-20 10:30
Ein útlendingur síðst í tríatiárunum doyði í gjár, tá hann datt oman av fjallinum Kirkjufell í Grundafirði á Snæfellsnesi í Íslandi seinnapartin í gjár.
Hetta váttar løgreglan fyri RÚV.
Maðurin var ein partur av bólki av ferðafólki, sum var staddur rættiliga langt uppi á fjallinum tá vanlukkan hendi. Orsøkin til døttin er ókend, men tað er greitt, at fallið var minst tíggju metrar, og at maðurin doyði á staðnum.
Vanlukkan hendi um 15.30 tíðina, men tað tók tveir tímar hjá bjargingartyrluni sjóverjuni at koma fram, tí hon hevði uppgávu í Þórshöfn í landnyðringshorninum av Íslandi tá boðini um vanlukkuna komu inn, skrivar ruv.is.
Kirkjufell
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald