Innanlands

Dátueftirlitið: 372 mál stovnað í fjør

Dátueftirlitið hevur júst latið frá sær ársfrágreiðingina fyri 2020, og í henni sæst, at talið á stovnaðum málum í fjør var hægri enn í 2019

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-17 20:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á stovnaðum málum hjá Dátueftirlitinum í fjør var hægri í fjør í mun til undanfarna ár. Í 2020 vórðu 372 mál stovnað.

Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Dátueftirlitinum, sum er almannakunngjørd í dag.

Umframt at viðgera ítøkiligar umsóknir um loyvir og kærur um viðgerð av persónupplýsingum, hevur Dátueftirlitið svarað nógvum fyrispurningum frá bæði privatum og almennum myndugleikum um nýggju dátuverndarlógina.

Eins og fyri øll onnur, hevur korona eisini sett sín serliga dám á arbeiðið hjá Dátueftirlitinum í 2020.

Løgtingslógin um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) bleiv samtykt í juni 2020, og kom í gildi 1. januar 2021, og Dátueftirlitið brúkti nógva orku í 2020 at fyrireika gildiskomuna.

Ársfrágreiðingin hjá Dátueftirlitinum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder