
Løgmansskrivstovan sóknast nú eftir nýggjum stjóra til Dátueftirlitið.
Katrin Thorsvig Hansen, sum í løtuni er stjóri á Dátueftirlitinum, byrjar í nýggjum starvi sum høvuðsákæri hjá løgregluni 1. februar. Hon hevur verið stjóri síðan 1. mars, og var hon eisini virkandi stjóri í nakrir mánaðir áðrenn tað.
Stjórin hevur dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Dátueftirlitinum og skal saman við starvsfólkunum mynda Dátueftirlitið úteftir.
Sambært Løgmansskrivstovuni verður starvið sum stjóri í Dátueftirlitinum eftir ætlan sett frá 1. februar 2022. Freistin at søkja starvið er 23. november 2021.
Les eisini: Katrin Thorsvig Hansen nýggjur høvuðsákæri hjá løgregluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald