
Debes H. Christiansen, sum av álvara gjørdist kendur í vár, tá hann syrgdi fyri kanningarháttinum av korona á Heilsufrøðiligu Starvsstovunum, er ársins føroyingur.
Sosialurin skipar fyri tiltakinum, og nógv uppskot komu inn, men blaðið kunngerð í kvøld, at tað er Debes H. Christiansen, sum er ársins føroyingur 2020.
Hann fann uppá at brúka somu skipan, sum varð brúkt til at kanna virus í alivinnuni, til at kanna fólk fyri korona við. Sostatt noyddust føroyskir myndugleikar ikki at senda úrslitini til Danmarkar til greiningar, fyri síðani nakrar dagar seinni at fáa svarið aftur til Føroya.
Martin Kúrberg gjørdist ársins føroyingur í 2019 og Øssur Berghamar fekk heiðurin i 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald