Innanlands

Debutantur og veteranur í Reinsarínum hóskvøldið

Hóskvøldið 26. september verða Orð og tónar í Reinsarínum. Ikki færri enn tríggjar bøkur verða lagdar fram, og málið verður bundið so væl sum óbundið.

Solby Christiansdóttir við sínari fyrstu bók

Solby Christiansdóttir við sínari fyrstu bók

2019-09-24 15:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvær av bókunum eigur Heðin M. Klein sín part í. Ein er úrvaldar yrkingar eftir nobelheiðurslønarvinnaran Nelly Sachs. Eitt einastandandi gott úrval sum hann hevur týtt. Hin er eitt nýtt sjaldsamt yrkingasavn, sum nevnist Mær er so ymiskt. Birgir Kruse fer at tosa við Heðin M. Klein um hesi verkini.

[object Object]Heðin M. Klein


Triðja bókin er "Gloymdur", sum er fyrsta skaldsøga, ið journalisturin Solby A. Christiansdóttir, hevur skrivað.

Bókin, ið byggir á veruligar hendingar, setir spurningin, hvussu tað kann bera til, at eitt mistak í sjúkrahúsverkinum elvir til, at ein maður nú liggur til at doyggja. Hvør hevur ábyrgdina? Óluvá Zachariassen prátar við Solby A. Christiansen um fyrstu bók hennara.

Flóvin Viderø, ið er háaktuellur við nýggjum staklagi, fer at standa fyri tónunum.

Tíðindaskriv frá forlagnum Sprotin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder