Mentan

Dee Snider á Tórsfest

"We’re not gonna take it" og onnur kend løg í gongugøtuni í Havn

Twisted Sister framførdi á Vágsbøi á Summarfestivalinum í 2014 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Twisted Sister framførdi á Vágsbøi á Summarfestivalinum í 2014 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-15 10:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dee Snider, oddamaðurin í Twisted Sister, kemur at framføra á Okkara Tórsfest tann 20. juli í gongugøtuni í Havn.  

Í 2018 gav hann út róstu fløguna “For the love of metal” sum rakk metaltindarnar, so vit kunnu lova, at tað verður eitt tyssi av nýggjum og legendariskum løgum, tá Harra Snider lærir okkum at rokka á Okkara Tórsfest 2019. 

Við løgum sum “We´re not gonna take it”, “I wanna rock”, “Stay Hungry” og “Tomorrow´s no Concern” er vissa fyri, at tað verður eitt rokkshow í serflokki.

Tað verður garrvilt á Okkara Tórsfest 2019, siga fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder