Leygarkvøldið 8. februar verður møguleikan at uppliva rockbólkin Deiggj í Dansifrøi. Hesuferð verður serligur dentur lagdur á tónleikin frá 70´unum og serliga eru tað Uriah Heep, Gasolin og Deep Purple.
Eisini verða onkur løg frá øðrum tíðarskeiðum eitt nú Creedens Clearwater Revival, Cream, Beatles, Rolling Stones og sjálvandi fleiri løg hjá Deiggj verða eisini á skránni.
Deiggj spæla ikki ofta til dans, so tí er eitt sindur forkunnugt at hoyra teir. Seinast Deiggj spældu, var til eitt útselt Uriah Heep Kvøld Reinsarínum í Havn. Bólkurin hevur seinnu skipað fyri Easy livin´við Gjógv saman við Gjáargarði.
Deiggj eru Dennis Lave, Pætur Mohr Dam, Fróði Vestergaard, Rani H. Christiansen, Sverri Heinesen og Páll Holm Lave.
Gissur Patursson og gott blandað
Umframt Deiggj fer Gissur Patursson at spæla góðan dansitónleik frá 70´unum . Gissur Patursson er legendariskur discjockey frá 70´unum. Hann spælur ikki ofta, men hevur eisini luttikið á Easy livin´við Gjógv í 2019 . Tá fekk hann dansigólvið at kóka og fólk hugnaðu. Stórur dentur verður lagdur á fáa eitt hugnaligt kvøld við góðum starvsfólki sum taka sær av gestunum.
Tiltakið byrjar leygarkvøldið klokkan 22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald