Mentan

Deiggj spælir Uriah Heep í annaðkvøld

Deiggj er partur av Rokki í Vestmanna nú leygarkvøldið. Har fara rokkararnir úr Suðuroynni á pall við sínum Uriah Heep showi, ið hevur fylt hallir og spælistøð kring Føroyar seinastu nógvu árini

2021-09-10 20:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Deiggj kom úr bollanum í 1981. Hetta merkir at Deiggj fyllir 40 ár í ár. Hetta bleiv hátíðarhildið á útseldari konsert í Salt leygarkvøldið. Men nú sleppa vit norðanfjørðs eisini at hátíðarhalda bólkin. Sum navnið Deiggj sipar til, so er talan um eina samanvevjing av fleiri tónleikabólkum, eitt nú Den Med Tyren, Cross Town Traffic, Ignition og Thunderbirds av Tvøroyri.

Deiggj hevði í áttati- og nítiárunum rættiliga stóra útskifting í bólkinum, men um aldarskiftið gjørdist manningin føst, og í dag talan um ein vælsmurdan og samanspældan rokkbólk, ið osar av spæligleði. 

Teirra Easy Living tiltøk við Uriah Heep tónleiki eru vorðin legendarisk, og klassisku løgini hjá Uriah Heep liggja so væl til bólkin, at teir í fleiri førum hava verið á palli við John Lawton, fyrrverandi sangara í Uriah Heep, og hava eisini spælt til Uriah Heep stevnur kring Evropa. 

Tað er ein heilt serlig gleði at bjóða Deiggj vælkomnum á Rokk í Vestmanna, og at bjóða áhoyrarunum eina ferð inn í sangskattin hjá Uriah Heep.

Umframt Deiggj, bjóðar Rokkur í Vestmanna, føroysku bólkarnar Hamradun, MC-Hár og Brim, og íslendsku Pink Floyd tulkararnar Dúndurfréttir. 

Rokkur í Vestmanna er kanska størsta rokktiltak á árinum, og verður leygarkvøldið 11. september á Bakkavegi oman fyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni í Vestmanna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder