Deiggj útgávukonsert í Løkshøll leygarkvøldið

Spæla allar sangirnar á nýggju LP-plátuni umframt aðrar sangir, sum vælumtókta orkestrið hevur givið út gjøgnum árini

Deiggj eru aftast f.v. Páll Holm Lave, Pætur Mohr Dam, Sverri Heinesen og Fróði Vestergaard. Fremst f.v. Dennis Lave og Rani H. Christiansen (Mynd: Leivur Thomsen)

Deiggj eru aftast f.v. Páll Holm Lave, Pætur Mohr Dam, Sverri Heinesen og Fróði Vestergaard. Fremst f.v. Dennis Lave og Rani H. Christiansen (Mynd: Leivur Thomsen)

2024-03-20 19:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stutt fyri jól lat tónleikabólkurin Deiggj nýggja útgávuna “Tíð” úr hondum, og hon hevur verið nógv at hoyra í útvarpinum. Serliga eru tað løgini 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini' og 'Kom lat okkum dansa', sum hava verið nógv frammi.

Framføra egið tilfar

Deiggj fer at framføra øll tey nýggju løgini frá plátuni “Tíð”, og hartil sangir av plátuni, “Stormávaring”, sum kom út 1985. Umframt onnur stakløg, sum bólkurin hevur givið út ímillum báðar LP pláturnar. 

Deiggj hevur sín uppruna á Tvøroyri á heysti í 1981, tá tónleikabólkurin varð settur á stovn. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu bólkin. Nú meira enn 42 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru enn við í bólkinum. Teir feskastu deiggjarnir hava spælt í ávikavíst 24 og 15 ár við bólkinum.

Deiggj hevur øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur, og hevur spælt bæði uttanlands og í Føroyum øll hesi árini.

Deiggj hevur í mong verið ein nógv umbiðin cover-bólkur við serligum denti á løg hjá m.a. Uriah Heep og Deep Purple. Men at spæla egið tilfar, hevur í langa tíð verið ein dreymur hjá Deiggj. Hesini dreymurin verður nú til veruleika, tí leygarkvøldið 23. mars kl. 20 trína tónleikararnir í Deiggj á pallin í Løkshøll. Við sær hava teir eisini nakrar gestasangarar. Guðrun Sólja fer at syngja hittið 'Hví grætur tú', og hon er eisini við á lagnum 'Kom lat okkum dansa'. Hartil verður Barbara á Tjaldrafløtti við á nøkrum løgum.

Seinast Deiggj hevði eina líknandi konsert var í Salt á Tvøroyri. Til hesa konsertina var útselt, so vert er at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð. Eisini verður møguleiki at ogna sær nýggju LP’ina og fáa hana signeraða. Við hvørjari LP fylgir ein ókeypis fløga.

Teir, ið manna Deiggj, eru:
Dennis Lave, sang
Fróði T. Vestergaard, sang, tangentar og kassagittar
Páll Holm Lave, gittarar og kór
Pætur Mohr Dam, tangentar
Sverri Heinesen, bassgittar
Rani H. Christiansen, trummur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder