Brooke Windsor, sum ferðaðist í París, tók eina mynd av Notre Dame ein tíma, áðrenn eldur kom í. Tá hon hugdi at myndini, gekk tað upp fyri hana, at hon hevði fangað eina eydnusama løtu millum ein pápa og eina dóttir.
- Eg umhugsaði at fara yvir til pápan og spyrja, um hann vildi hava myndina. Nú hevði eg ynskt, at eg hevði gjørt tað, segði hon.
Seinni, tá eldur kom í dómkirkjuna, gjørdist myndin hjá Brooke Windsor til eina søguliga mynd, og eina áminning um tað, sum var og kanska ikki fór at vera aftur, tí gjørdi hon av at fara at leita eftir pápanum.
Hon fór á sosiala miðilin Twitter at biðja um hjálp, og fólk vóru skjót at hjálpa, og skjótt varð myndin deild í miðlunum kring heimin.
At leggja myndina út á Twitter vísti seg at vera eitt gott hugskot, tí tað eydnaðist henni nevniliga at finna pápan.
- Leitingin er yvirstaðin. Myndin hevur funnið sín veg til pápan og familjuna, skrivaði Brooke Windsor seinni á Twitter.
Pápin, sum ynskti at vera dulnevndur, skrivaði soleiðis til hennara:
Stóra takk fyri vøkru myndina. Vit finna eitt serligt pláss til hana.
Hildið verður, at tað var ein kortslutningur, sum var orsøkin til, at eldur kom í Notre Dame, skrivar B.T.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur lovað, at dómkirkjan verður bygd uppaftur, áðrenn OL skal vera í París í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald