Uttanlands

Deildar meiningar um loysing í Skotlandi

Sambært nýggjari meiningakanning, høvdu 48 prosent atkvøtt fyri loysing frá Stórabretlandi, meðan 47 prosent høvdu atkvøtt ímóti

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon vil hava nýggja fólkaatkvøðu, men bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson sigur framvegis nei (Mynd: EPA)

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon vil hava nýggja fólkaatkvøðu, men bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson sigur framvegis nei (Mynd: EPA)

2022-07-03 16:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um skotar aftur høvdu farið á fólkaatkvøðu um loysing frá Stórabretlandi, hevði tað verið øgiliga tætt millum tey, sum eru fyri, og tey sum eru ímóti.

Tað var týsdagin, at skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon boðaði frá, at hon vildi hava eina nýggja fólkaatkvøðu. Og tað skal vera í seinasta lagi 19. oktober næsta ár.

Sambært meiningakanning hjá The Times, sum Ritzau endurgevur, vóru 44 prosent av teimum spurdu ímóti einari nýggjari fólkaatvøðu, meðan 43 prosent vóru fyri. Tíggju prosent vóru hvørki fyri ella ímóti, meðan trý prosent enn ikki høvdu tikið støðu til spurningin.

1.010 veljarar luttóku í kanningini.

Til sjálvan spurningin um loysing søgdu 48 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu atkvøtt fyri loysing á einari slíkari fólkaatkvøðu, meðan 47 prosent høvdu atkvøtt ímóti.

Fólkaatkvøða var um hetta í 2014, og tá atkvøddu 55 prosent av veljarunum fyri at vera verandi í Stórabretlandi, sum umframt Skotland umfatar Ongland, Wales og Norðurírland.

Men tann atkvøðan var áðrenn Brexit, og sambært flokkinum hjá Sturgeon er støðan ein heilt onnur nú.

Men bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson heldur fast við, at tað er ov tíðliga at hava eina nýggja fólkaatkvøðu. Spurningurin varð svaraður í 2014, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder