2021-12-03 10:09

Bárður A. Niclasen er settur sum deildarleiðari á Veðurstovuni at byrja 1. januar í 2022. Tað skrivar Vørn á heimasíðuna.
Bárður er 47 ára gamal, er útbúgvin Cand. Scient í jarðalisfrøði og hevur tikið Phd í alduforsøgnum. Hann kemur úr einum starvi sum útbúgvingarleiðari í verkfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Á Veðurstovuni, sum er skipað sum ein deild undir Vørn, starvast í løtuni tveir veðurfrøðingar. Ætlandi verða fleiri starvsfólk sett í næstum, so hvørt sum deildin verður útbygd, og fleiri uppgávur og ábyrgdarøki verða yvirtikin frá DMI, skrivar Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald