Demokratisku forsetavalevnini vóru í nátt savnað til kjak í Las Vegas í Nevada, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Serliga milliardingurin Michael Bloomberg stóð fyri skotum.
Øll hini fimm valevnini løgdu eftir fyrrverandi borgarstjóranum í New York City. Hini valevnini eru Joe Biden, Bernie Sanders, Pete Buttigieg, Amy Klobuchar og Elizabeth Warren.
Undir kjakinum stakk Warren eftir Bloomberg og ikki eftir Bernie Sanders, sum hon annars fyrr hevur gjørt.
- Vit kunnu ikki skifta ein hástóran milliarding út við ein annan, segði Elizabeth Warren millum annað og sipaði til Bloomberg og Donald Trump.
Hon vísti á, at Bloomberg fleiri ferðir hevur verið niðurgerandi móti kvinnum. Sum borgarstjóri í New York stóð Bloomberg á odda fyri eini umstríddari herferð, kallað stop-and-frisk, sum var vend móti afroamerikanarum. Hesum mátti Bloomberg verja seg ímóti fleiri ferðir undir kjakinum. Eisini Joe Biden, fyrrverandi varaforseti, legði eftir Bloomberg.
- Sum borgarstjóri hevði tú ábyrgdina av, at løgreglan gjørdi seg inn á fimm milliónir afroamerikanarar, segði hann.
NBC sjónvarpsstøðin hevur gjørt upp, hvussu álopini vórðu vend, og uppteljingin vísir, at Bernie Sanders var tann mest álopssinnaði.
Ikki færri enn 32 ferðir legði hann eftir sínum kappingarneytum ella Donald Trump, meðan hann sjálvur varð álopin 22 ferðir.
Sanders og Bloomberg løgdu eisini eftir hvørøðrum. Eitt nú segði Bloomberg, at politikkurin hjá Sanders, í hansara eygum, minti mest av øllum um kommunismu.
- Tað hava fleiri lond roynt. Og tað virkar ikki, segði Bloomberg.
Bloomberg spurdi eisini Sanders, hvussu tað hongur saman, at hann er ”tann mest kendi sosialisturin í USA”, kann eiga trý hús og vera millióningur. Til hetta segði Sanders, at hann eigur eini hús í Washington, har hann arbeiðir, eini í Burlington har hann býr og so eini summarhús.
- Men hvar er títt heim? Hvørjum skattaskjóli býrt tú í, spurdi Sanders aftur.
Sambært eini nýggjari veljarakanning hjá ABC News og Washington Post, liggur Bernie Sanders nú klárt á odda at gerast forsetavalevni fyri demokratarnar. Men tað gongur eisini framá við ferð hjá Bloomberg í veljarakanningunum.
Sanders stendur í hesi veljarakanningini at fáa 32 prosent av atkvøðunum, Biden stendur til 17, Bloomberg 14, Warren 11, Buttigieg 7 og Klobuchar 6 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald