Telefonsamrøðan, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, fyrr í ár hevði við forsetan í Ukreina, Volodimyr Zelenskij, skelkar politiska landslagið í USA.
Samrøðan, sum vardi 30 minuttir, fór fram í juli, og her heitti amerikanski forsetin fleiri ferðir á starvsbróður sín um at seta eina kanning í verk móti Joe Biden og soni hansara, Hunter Biden – hetta hóast einki prógv er fyri, at nakað ólóligt skal vera farið fram. Hunter Biden hevur sitið í leiðsluni í einum orkufelagið í Ukreina.
Í gjár var útskriftin av samrøðini almannakunngjørd, og demokratar og einstakir republikanarar, havast nú harðliga at forsetanum.
Joe Biden, sum málið snýr seg um, er í løtuni tann, sum liggur best í kappingini at gerast demokratiska mótvalevnið hjá Trump á forsetavalinum næsta ár, og sjálvur er Biden sannførdur um, at hetta snýr seg um at sverta hansara navn.
Eisini fremsti kappingarneytin hjá Biden, Bernie Sanders, er argur inn á forsetan.
- Donald Trump er tann mest korrupti forsetin í landsins søgu, skrivar Sanders á Twitter.
Hillary Clinton er eisini millum teirra, ið eru ónøgd inn á Donald Trump eftir at tíðindini um telefonsamrøðuna bórust.
Á Twitter skrivar hon, at Donald Trump hevur svikið USA og er ein vandi fyri landið. Clinton skrivar eisini, at hon stuðlar ríkisrættarmálinum, sum forkvinnan í umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi, tók stig til í gjár.
Eisini frá republikanarum koma atfinningarsamar røddir.
Mitt Romney kallar støðuna fyri ørkymlandi, og John Thune, senatorur í South Dakota sigur við CNN, at honum ikki dámar tað, ið sagt verður í samrøðuni millum forsetarnar.
Men Trump hevur eisini sínar stuðlar.
- Eftir míni meining er tað burtur úr vón og viti at seta eina ríkisrættarsak í verk fyri eina telefonsamrøðu sum hesa, sigur republikanarin Lindsey Graham við CNN.
Eisini forsetin sjálvur hevur verið greiður.
- Tað var einki trýst. Tit byggja hetta upp, sum um talan er um eina samrøðu úr helviti, segði forsetin, sum kallar málið fyri eina gívrajakstran.
Málið byrjaði, tá ein enn ókendur varskógvari gjørdi vart við samrøðuna til hægsta fregnartænastumyndugleika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald