Uttanlands

Demokratar stevna Giuliani fyri rættin

Fara undir at viðgera møguligt ríkisrættarmál móti Donald Trump í dag

Rudy Giuliani saman við Donald Trump, forseta (Mynd: EPA)

Rudy Giuliani saman við Donald Trump, forseta (Mynd: EPA)

2019-10-01 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Advokaturin hjá Donald Trump, forseta, Rudy Giuliani, er saksøktur av demokratum í Umboðsmannatinginum.

Tey krevja, at hann letur nøkur skjøl í sambandi við møguliga ríkisrættarmálið móti Donald Trump, forseta.

Sambært trimum tingnevndum í Umboðsmannatinginum, hevur Giuliani í landsumfatandi sjónvarpi sagt, at hann bað stjórnina í Ukreina um at ’fara eftir’ fyrrverandi varaforsetanum, Joe Biden.

Stevningin er tað seinasta í nógv umrødda málinum, sum hevur skapt stórar yvirskriftir í USA seinastu dagarnar. Málið byrjaði, tá ein varskógvari boðaði frá hvat Trump hevði sagt í eini telefonsamrøðu við vorsetan í Ukreina, Volodomir Zelenskij

Sambært varskógvaranum vildi Trump hava forsetan í Ukreina til at finna fram keðiligar upplýsingar um Joe Biden, og son hansara Hunter Biden og virksemi hansara í Ukreina.

Amerikanska kongressin fer í dag undir málið um møguliga at stevna Trump fyri ein ríkisrætt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder